Ítróttur

Vestanstevnurenning

...

2016-07-06 07:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv:Vestanstevnurenning


Á hvørjum ári á Vestanstevnu skipar Ítróttarfelagið Frælsi sum vant fyri Vestanstevnurenning. 

Í ár verður Vestanstevnan í Sørvági 8. og 9. juli. Vestanstevnurenningin verður leygardagin 9. juli kl. 11.00 og sum vanligt verður runnið frá Kirkjuni í Sørvági til Býggjar og aftur. 

Tilmelding fer fram á síðuni hjá FÍF renn.fo. 

Sjálv renningin byrjar kl. 11.00 og startnummar kann heintast frá kl. 10.00 við kirkjuhúsið í Sørvági. 

Runnið verður í ymiskum bólkum hjá bæði børnum, ungum og vaksnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder