2016-08-30 20:57
Áhugaverd verkstova varð skipað í Royndarhúsinum 17. august 2016 ??? og nú er at vóna at samanumtøkan ikki bert verður arkiverað lodrætt, men at sjónlig átøk verða førd út í verki.
Til hesa verkstovu, varð dentur lagdur á ???Sereyðkenni??? og ???Átøk/Ynski???. Tí nýtti eg sjálvsagt høvið at nevna bátadrátt, aktivitetshøll og eldrabýlið ??? samstundis sum eg noteraði týdning Nólsoyar skúli hevur fyri bygdina.
Vit hava góðar møguleikar at hittast í bygdini, í kirkjuni, missiónshúsinum, skúlanum, dagstovninum, Royndarhúsinum og Avhaldshúsinum. Somuleiðis eru nólsoyingar raskir at finna saman í kvinnukóri, manskóri, bindiklubbum, skótum, bjargingarfelagnum og fótbólti á Mýruni ??? og bygdarveitslurnar eru ikki at forsmáa.
Men einki er sjálvsagt! Vit eiga at fjálga um møguleikarnar og tí er alneyðugt at útbyggja Royndarhúsið, byggja afturat hølunum hjá Nólsoyar bjargingarfelag ??? og byggja eina aktivitetshøll upp í skúlan.
Á verkstovuni varð prátað um bústaðir. Ymsir tankar eru um, um tað er rættast at byggja einar seks íbúðir eystanfyri, ella størri dentur eigur at verða lagdur á at tómu húsini í bygdini verða keypt og sett í stand at leiga út.
Harmiligt var at arbeiðsbólkurin ikki varð fyrireikaður upp á einhvørja framløgu at leggja fram teirra arbeiði higartil. Hetta er mál, ið vit eiga at taka upp aftur á fundi sum skjótast.
...og so skulu vit ikki gloyma, at fáa fram í ljósið hvørji grundstykki eru tøk og til hvønn prís!
Prátað varð eisini um hvat gerast skal uppi á Eið og úti í Korndali. Hvussu skal hetta varðveitast og í hvønn mun kann tað mennast ??? bæði við atliti at fornminni og ferðavinnu. Ferðavinnan varð tikin fram av og á, og hugaligt hevði verið at sett á skrá prát um møguleikar og ætlanir ??? at vit bæði vísa á tilfeingið í bygdini og seta krøv til tiltøk, ið Tórshavnar kommuna skal seta í verk.
Næstu fer verkstova verður skipað, er ynskiligt, at bygdarfólki veit av hesum í góðari tíð. At innbjóðingin verður borðin í húsini tvey samdøgur áðrenn fundin, er ikki nóg gott.
Lat okkum nýta hesa verkstovu sum grund undir nýggjari verkstovu!
Ymsar greinir í samband við kommunuvalið 2016:
Bátadráttur
Aktivitetshøll
Tyrlupallur
Set X við meg
ella lista E
Jákup av Skarði
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald