Ítróttur

Venjingardystur: Skála - 07 Vestur 1-0

...

2016-02-27 20:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

07Vestur.fo skrivar:

Næstsíðsti venjingardystur okkara áðrenn kappingarbyrjan varð leiktur á Skála í dag. Við einum málið í 5. minutti vunnu heimaliðið annars javnt spælda dystin.


Byrjanaruppstillingin:Ivan Stojkovic; Jóanis á Steig, Sigtór A. Petersen, Sølvi Egilsson, Torstein Mýlingstind; Gunleif Magnusarson, Petur G. Dalbø; Jákup S. Olsen, Bjarni Dalsgaard, Solomon Kwao; Holgar Durhuus.

Eyka (allir komu inn):Uni F. Nielsen, Hørður H. Johansen, Niels Mouritsen, Fríði S. Joensen.

Nú eru bert tvær vikur til kappingarbyrjan, og vit spældu næstseinasta venjingardystin inni á Skála. Nakrir leikarar manglaðu, har ímillum Martin Tavsen, Høgni E. Nielsen, Silas Eyðsteinsson og nýggi áloyparin, Søren Nielsen. Heldur ikki var Tóki á Loftið við, men hann verður klárur innan leingi.

Einasta málið kom eftir bert 5. minuttir, tá vit gjørdu eitt persónligt mistak í verjuni, og Skála fingu eitt lætt mál.

Restina av fyrra hálvleiki vóru vit spælstýrandi og kundu, um hepni var við, havt javnað. Seinni hálvleikur var javnari, men einki mál kom afturat.

Komandi leygardag verður seinasti venjingardysturin, tá vit skulu møta B71 á Sandi. Kappingin byrjar 12. marts, móti KÍ á útivølli.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder