Ítróttur

Venjingardystur: EB/Streymur - 07 Vestur 3-3

...

2015-01-23 04:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07Vestur.fo skrivar: Eftir stórtapið móti B36 leygardagin, er hugaligari í leguni, nú leikarar okkara fóru heimaftur av Streymnesi við 3-3 javnleiki. Torstein, Gunleif og Holgar skoraðu okkara mál.

Liðið (allir spældu):Silas Eyðsteinsson, Petur Meinhard Magnussen, Petur G. Dalbø, Emil Mikkelsen, Jóannis á Steig, Høgni E. Nielsen, Gunnleif Olsen, Jákup Sveinbjørn Olsen, Torstein Mýlingstind, Magni Selfoss, Holgar Durhuus, Sigtór Petersen, Hørður H. Johansen, Beinir Guttesen, Uni F. Nielsen, Hanus Nielsen, Sjúrður Ellefsen og Rói Hansen.

Liðini bæði spældu við nærum øllum leikarum tøkum og veðrið var rættiliga gott í kvøld. Bert nakað av vindið darvaði spælinum, men ikki stórvegis.

EB/Streymur hevði yvirtakið fyrsta partin av dystinum, og teir fingu eisini tvey mál nokkso tíðliga. Bæði uppá heldur bíliga bakgrund, nakað vit sjálvsagt ikki eiga at vera nøgdir við.

Um miðjan fyrra hálvleik minkaðu vit um munin: Ein bóltur bleiv spældur djúpt beint fram eftir, Torstein jagaði, og úrslitið varð, at málverjin og ein verjuleikari nærum brustu saman um brotsteigarmarkið. Bólturin trillarði framvið, og Torstein rann hann upp og kundi seta í tóma netið.

Tað gekk tó ikki long tíð, so økti EB/Streymur um leiðsluna, men, hóast tað, vóru tað vit, sum fingu síðsta málið fyri hálvleik: Eitt innlegg kom innfyri, eftir at vit høvdu havt horna. Gunleif var fyrstur og setti bóltin í netið, ímillum vinir og fíggindar, til støðuna 2-3.

Í hálvleikinum og ígjøgnum allan annan hálvleik, gjørdu bæði liðini stórar broytingar. Eitt tóktist tó rættiliga greitt, at vit blivu betri í mun til vertirnar, so hvørt broytingarnar komu.

Vit vóru eisini betri nærum allan seinna hálvleik og fingu eisini einasta málið, sum kanska eisini var tað best spælda allan dystin. Góðar kombinatiónir niðaneftir endaðu við skotið á yvirleggjaran. Holgar var klárur uppá returin, og so var støðan 3-3, sum eisini var endaliga støðan.

Longu sunnudagin spæla vit aftur, tá vit taka móti Giza/Hoyvík, til fyrsta heimadystin í ár, á Valloyruni í Sandavági.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder