FSF: Mánadagin 28. mars komandi ár skal føroyska A-landsliðið við monnum á vøllin aftur, tá Føroyar og Liktinstein møtast í venjingardysti í Marbella í Spania.
Eftir eina væleydnaða EM-undankapping, har Føroyar fingu seks stig, eru fyrireikingarnar til komandi HM-undankapping so smátt farnar í gongd, og fyrsti venjingardysturin er nú avtalaður.
Fótbóltssamband Føroya hevur gjørt avtalu við fótbóltssambandið í Liktinstein um, at Føroyar og Liktinstein spæla venjingardyst mánadagin 28. mars í Marbella í Spania.
Føroyska A-landsliðið hevur tríggjar ferðir áður roynt seg ímóti Liktinstein. Í øllum trimum førunum hevur talan verið um venjingardyst, og Føroyar hava vunnið allar tríggjar dystirnar.
Í Vaduz í Liktenstein 26. apríl í 2000 gjørdist úrslitið 1-0 til Føroyar. Málskjútti var Uni Arge.
Tvey ár seinni, 13. mars í 2002, møttust Føroyar og Liktenstein aftur, hesaferð á Peyia Municipal Stadion á Kýpros. Men lítið var broytt. Føroyar vunnu 1-0 og einsamalla málið skoraði Uni Arge.
Longu hálvt ár seinni, 21. august, varð spælt á Tórsvølli, og tá fimm minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki legði Mario Frick gestirnar á odda. Men í seinna hálvleiki kom føroyska liðið av álvara fyri seg, og við málum frá Christian Høgna Jacobsen, Fróða Benjaminsen og Julian Johnsson vunnu Føroyar 3-1.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald