2014-11-15 18:41
Tapið fyri Føroyum, endaði við at kosta dýrt hjá Claudio Ranieri landsliðsvenjara hjá Grikkum, sum nú hevur fingið fótin. Tað skrivar bold.dk.
Tapið hjá Grikkum var mønustingurin hjá venjarnum, sum ikki hevur fingið nakað serliga nógv burturúr í hesari undankappingini, fótbóltsambandi í Grikkalandið hevur tí valt at koyra Claudio Ranieri til hús, skrivar fótbóltsambandi í tíðindaskrivi.
Ranieri var settur í starv, áðrenn henda undankappingin byrjaði, men við bert einum stigi í fýra dystum, liggur liðið nú aftast í bólki F. Ranieri stendur á odda fyri Grikkalandið, fyri seinastu ferð tá liðið møtur Serbia í einum vinardysti týsdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald