Nú stundar tað til val. Týsdagin 8. nov. stendur slagið, har tú sum veljari skal seta tín kross. Hetta er ein fólkaræðisligur rættur, sum nógv taka fyrigivið. Kæri borgari, far á val og brúka hendan rættin. Hetta er tann týdningamesti rætturin í okkara fólkaræðisliga samfelag, og so er hann ókeypis.
Áðrenn tú setur tín kross, vil eg tó líka koma við grundgevingum fyri, hví eg haldi at ein krossur á Lista V hevði komið væl við hjá Vága kommunu.
Vit eru nýggj. Hetta halda summi verða ein veikleiki, tí eingin av okkum hava verið inni í býráðnum. Eg haldi tó, at vit uppundir valið hava prógvað, at vit eru komin við reiðiligum uppskotum, um hvussu okkara kommuna skal stýrast í framtíðini og hvørjar raðfestingar vit hava. Hetta sæst í okkara valskrá, sum er borin út í hvørt húsarhald í Vága kommunu. Vit hava lagt lunnar undir valstríðið 2016 og hava verið fyrst á nógvum økjum.
Eg eri klárur at verða við til at leiða Vága kommunu framá tey næstu 4 árini. Vága kommuna er í stórari skuld, og tí fer tað at krevja at tey fólk, sum koma inn í býráðið, skulu taka rætta avgerðir og gera rættar raðfestingar. Hetta bjóði eg meg fram til at verða ein partur av. Um røttu avgerðirnar verða tiknar, so vænti eg, at Vága kommunu innan stutta tíð kemur at verða á sama støði sum fremstu kommunur í landinum. Arbeiðast skal við at bøta um ungdómstilboðini, arbeiðast skal fram ímóti at gera Vágoynna til fremsta ferðavinnumál í landinum, grundstykkir skulu altíð verða tøk og bøtast skal um fíggjarligu korini hjá barnafamiljum.
Eg eri klárur til avbjóðingina.
Velur tú tað sama, fær tú tað sama!!
Far á val og vel ein sterkan lista V inn í býráðið
X við lista V
Jákup Olaf Johannesarson
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald