2015-08-31 23:07
Nú er bara ein dagur, til vit fara at seta krossin. Vit hava hoyrt og lisið eina rúgvu av ymiskum val-lyftum, frá teimum ymsu flokkunum teir síðstu dagarnar.
Men nú, tá tit koma til tað mest avgerðandi løtuna at seta krossin. So vil eg heita á tykkum øll, um at hyggja rundan um tykkum, og spyrja tykkum sjálvi. Ynskja vit at byggja uppá tað, sum nú stendur í fagrasta blóma?? Tí eitt er púra vist, og tað er, at velja tit Fólkaflokkin, og hann kemur at sita við valdið tey næstu árini, so verður vælferðin, vøksturin, fólkatilflytingin, fíggjarviðurskiftini, og mangt annað, tryggja nógv ár inn í frammtíðina. Vit hava sæð hvussu Føroyar hava reist seg tey síðstu fýra árini, og vit ynskja ikki, at síggja Føroyar aftur fara á knæ, ella tað, sum verri er.
Framtíðin er okkara.
Hana ynskja vit at betra um hjá hvørjum einstøkum borgara, við at føra ein ábyrgdafullan politik. Har vit ikki fara at broyta grundarsúlurnar (her hugsi eg um ali/fiskivinnu-karmarnar og kristna mentanar-arvin o.a.) í óðum verkum til tað verra, sum ber okkum øllum, og Føroyum, uppi hvønn dag.
Góðu veljarar, fari á val og velji Fólkaflokkin.
Tí tá vita tit, hvat tit fáa.
Jógvan Kristin Olsen
Valevni Fólkafloksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald