JN

Vel Føroyar aftur á Norðuratlantsbryggjuni

...

2018-03-13 08:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

??tlar tú at velja Føroyar? 

Valið er møguliga ikki so ringt - at flyta heim er fantastiskt, men tað kann saktans tykjast fløkjasligt viðteimum nógvu praktisku viðurskiftunum, tú skalt hava greiðu á. 

Tí bjóða BankNordik og Atlantic Airways aftur í ár til Vel Føroyar á Norðuratlantsbryggjuni hóskvøldið15. mars. kl. 19.30. Í fjør var tiltakið serstakliga væleydnað við fleiri enn 250 nøgdum gestum. 

Vel Føroyar 

Er eitt kunnandi útisetatiltak, ið er snikkað til føroyingar, ið umhugsa at flyta heim ??? og til teir útisetar, iðikki ætla sær heim til Føroya beint nú, men kanska um nøkur ár. 

Á skránni eru ymiskar kunnandi framløgur um alt, tú hevur tørv á at vita í sambandi við at flyta heim tilFøroya. Tórshavnar kommuna fer at greiða frá praktiskum viðurskiftum um eitt nú grundstykki,dagstovnspláss og hvussu man ger, tá ið man flytur til eina føroyska kommunu. Smyril Line og Trygd gevagóð ráð til, hvussu tú pakkar bingjuna skilagott, og BankNordik, Skyn og Bústaðir greiða frábústaðarmøguleikunum í Føroyum. 

Er tað skilagott at taka gamla bilin við heim, hvørjar eru barnsburðar- og vanligu skattareglurnar íFøroyum, og hvussu tollar man flytigóðsið? Alt hetta fer Taks at greiða frá á ein skilligan hátt. Harafturatfer ALS at greiða frá møguleikunum, nýútbúgvin hava í Føroyum, og koma við ítøkiligum ráðum til atfinna starv heima í Føroyum. 

Høvi verður eisini at hoyra Rúnar Reistrup, stjóra í Hey, fortelja um, hví hann valdi Føroyar, og hvatFøroyar hava at bjóða. Rúnar kemur eisisni við góðum ráðum til, hvussu tú finnur dreymastarvið íFøroyum. 

KokkaJam og livandi tónleikur 

Aftur í ár er KokkaJam á skránni við føroyskum laksi frá Hiddenfjord, har høvi verður at royna tað besta,føroyska nátturan hevur at bjóða, saman við eini kaldari Okkara Vár ella Kirvi vatni. Tað eru dugnaligukokkarnir, Gutti Winther og Jógvan Rasmussen, ið standa fyri matinum. Afturvið matinum framføra FRUMog SAKARIS. 

Gávupakkar til gestirnar 

Hiddenfjord letur ein gávupakka við royktum laksi til teir fyrstu 100 gestirnar. Eisini fáa øll, ið luttaka,nýggja ??-blaðið, ið kom út á gøturnar í gjár. 

Vinn ein flytipakka við virði á 20.000 kr. 

??ll, ið koma til tiltakið, eru við í lutakastinum um ein samlaðan flytipakka við bingju frá Smyril Line ogSVEIGGJ flogferðir frá Atlantic Airways. 

??ll eru hjartaliga vælkomin, og alt er sjálvsagt ókeypis. 

Nær og hvar: 

Hóskvøldið 15. mars kl. 19.30 á Norðuratlantsbryggjuni, Strandgade 91, København K

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder