Politikkur

Vel eitt sterkt samfelag

...

2015-09-01 20:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Løgtingsvalið er eitt lagnuval. Antin skulu vit dagføra og styrkja tað sterku samfelagsskipan, sum vit nevna vælferðarsamfelagið, og sum allur heimurin sær upp til. Ella skal skandinaviska modellið framhaldandi undirgravast. Tað skuldi ikki verið ringt at tikið støðu til. Og hetta er ramasti álvari.

Førdi politikkurin skal byggja á ta gyltu javnvágina millum eitt frítt og kappingarført vinnulív og ein sterkan felagsskap hinumegin. Tí skulu vit saman við vinnuni semjast um eina fiskivinnunýskipan,

- sum fyribyrgir at virðini savnast á alsamt færri hondum

- sum tryggjar at vinningsbýtið verður verandi í landinum og sum

- loyvir ungum vinnulívsfólki fram at í høvuðsvinnuni.

Førdi politikkurin skal tryggja at vit leggja eina heildarætlan og langtíðarætlan fyri heilsuverkið, sum fær endurreist heilsuverkið. Heilsuverkið er fyrst og fremst ein skipan fyri sjúklingin.

Vit skulu harafturat reka ein framskygdan útbúgvingar- og mentanarpolitikk, sum fær okkara unga fólk at trívast í Føroyum, og sum mennir føroyska vinnu og tænastu.

Vit skulu reka ein bústaðarpolitikk og familjupolitikk, sum ger at ung hava ráð at liva í Føroyum.

Førdi politikkurin skal hava til endamáls at langtíðartryggja eitt sterkt vælferðarsamfelag. Gott val øll somul!

Helena Dam á Neystabø, valevni fyri Javnaðarflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder