Hetta skal verða ein seinasta áheitan frá mær at biða fólk um at fara á val og velja Fólkaflokkin.
Tað er so umráðandi, at vit velja ein flokk, ið vil arbeiða fyri tað føroyska fólkið og røkja teirra áhugamál. Fólkaflokkurin hevur víst í verkið fleiri ferðir, at tá vit ætla at fremja okkurt, so verður tað framt. Vit fingu ein skattalætta ígjøgnum, vit fingu eina størri makrelkvotu o.s.fr. Hetta vísur, at hóast takið er tungt og arbeiðsbyrðan stór, so fremur Fólkaflokkurin neyðugar broytingar.
Vil tú hava ein fríhandil við ES og harvið økja um føroysk virðir, vel so Fólkaflokkin!
Vil tú hava eina endurskoðan av uttanríkispolitisku heimildarlógini, vel so Fólkaflokkin!
Vil tú hava eina føroyska rødd at tala søk Føroya í útlendingamálum, sel so Fólkaflokkin!
Hesi og mong onnur mál vil Fólkaflokkurin arbeiða fyri á Fólkatingi.
Gott Fólkafloks val.
Sólvit E. Nolsø ??? valevni fyri Fólkaflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald