JN

Veitslan næstan komin at enda

...

2015-09-26 20:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag klokkan 16 er seinasti møguleiki fyri tey, sum ikki hava keypt atgongumerki, at síggja Veitsluna í Norðurlandahúsinum. Tá verður ein av trimum eykasýningum, og enn eru atgongumerki at fáa.

Atgongumerki fáast á nlh.fo og við dyrnar.

Eftir hetta verður sjónleikurin vístur í Suðuroy týskvøldið 29. september, og síðani skiljast sjónleikararnir fyri seinastu ferð. Við einum leikhópi, har sjónleikararnir eru úr 4 ymiskum londum, ber ikki til at halda fram við at spæla í langa tíð.

Nógv fólk sæð leikin

Higartil hava útivið 4.000 fólk verið í Veitslu, tí at Helgi Dýrindal-Joensen fyllir 65. Veitslan fær eina óvæntaða vend, tá ið Kristjan, elsti sonur føðingardagsbarnið, leggur fyri við fyrstu røðuni. Her fortelur hann, hvussu pápin misnýtti hann og systrina kynsliga allan teirra barndóm og ákærir pápan fyri at hava dripið systrina, sum tók lívið av sær.

Marita Dalsgaard er leikstjóri, og hon er ovfarin av stóra áhuganum. - Sjálvandi hevði eg hopað uppá eina góða móttøku, og við so góðum leikarum visti eg, at úrslitið fór at verða gott. Men at so nógv fólk vildu síggja leikin, tordi eg ikki at droyma um. Og góða umrøðan er rørandi og gevur mær hug at halda fram sum leikstjóri, sigur Marita Dalsgaard, sum vanliga býr í Keypmannahavn.

Kring landið

Eftir frumframførsluna í Løkshøll í Runavík tann 12. september hevur Veitslan verið víst 11 ferðir, bæði í Løkshøll og í Norðurlandahúsinum. Hetta vikuskiftið verða seinastu eykasýningarnar í Norðurlandahúsinum.

Eisini verður leikurin spældur á Miðnámsskúlanum í Suðuroy, og hendan sýningin er tann 29. september.

Nú arbeiða fyrireikararnir við at kanna møguleikarnar fyri at fáa leikin á pall í øðrum Norðurlondum.

Stór norðurlendsk verkætlan

Veitslan er stór norðurlendsk verkætlan við luttakarum úr 5 Norðurlondum. Við eru 20 sjónleikarar í aldrinum 9 til 67. Leikararnir koma úr Íslandi, Grønlandi, Danmark og Føroyum, og aftanfyri pallin hava fólk úr Noregi, Danmark og Føroyum verið til arbeiðis.

Eftir seinastu sýningina skiljast leikararnir og fara hvør í sína norðurlendsku ætt.

Leikurin er ikki fyri børn yngri enn 14 ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder