Vinna

Veiða rusk úr sjónum

...

2019-02-28 17:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Altjóða átakiðFishing For Litterella føroyska Ruskveiða fór av bakkastokki í gjár í Tórshavnar kommunu.

Endamálið hjá Fishing For Litter er at minka um rusk í havinum við at fáa fiskiíðnaðin við. Tá ið fiskiskip taka tað, sum kemur í trolið aftur til lands, verður minkað um ruskið, sum skolar upp á strendurnar

Harumframt minkar hetta um tað, sum størri súgdjór kunnu eta. Átakið Firshing For Litter er í Bretlandi, Niðurlondum, Svøríki og Føroyum.


Kommunenes Internasjonale Miljøorganisasjon KIMO eigur átakið, og Tórshavnar kommuna bleiv limur í 1. januar í ár.

Átakið er eisini partur av Grønu leiðini ??? umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu. Átakið hoyrir eisini til heimsmál 14 ??? Lív í havi og vatni.

Magnus Heinason, rannsóknarskipið hjá Havstovuni, fer at savna rusk, sum kemur inn, tá ið yvirlitstrolað verður. Skilt verður í tveir bólkar, jarn & metall og at brenna.

Hetta er fyrsta átakið hjá KIMO, sum Tórshavnar kommuna setur í verk.

Á myndini: Turið Horn, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini í Tórshavnar kommunu, og Erling í Liða, reiðari á Magnusi Heinasyni, .

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder