Vinna

Vegurin til Viðareiðis verður asfalteraður

...

2017-09-18 14:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

ASFALTERING: Vegurin frá tunnilsmunnanum í Dølum til Viðareiðis verður nú asfalteraður av nýggjum. Byrjað verður í komandi viku.

Eftir at Viðareiðistunnilin varð tikin í nýtslu fyri einum ári síðani, var skjótt greitt, at trupulleikar vóru við vegnum millum tunnilsmunnan og bygdina á Viðareiði.

Støða er tikin til at asfaltera vegin av nýggjum, og lisitatión hevur nú verið.

??rslitið var, at HJ Asfalt átti lægsta boð við sløkum 4,1 mió. krónum. Á øðrum plássi var Kreton við sløkum 5,2 mió. krónum, og hægsta boðið átti EM Asfalt við stívum 5,7 mió. krónum.

Landsverk hevur í dag undirskrivað sáttmála við HJ-Asfalt um asfalteringsarbeiðið, sum fer í gongd í komandi viku, tað skrivar LV.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder