JN

Vegurin gjøgnum Miðvág skal asfalterast í summar

...

2016-04-05 09:08 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vága kommuna: Høvuðsvegurin gjøgnum Miðvág hevur verið sera vánaligur at koyra eftir nú í eina í tíð.

Orsøkin til hetta er, at hann er niðurslitin og verður nú gjørdur klárur til at asfaltera.

Vegurin var gjørdur mitt í sjeytiárunum. Høvuðskloakkin liggur gjøgnum vegin. Í kloakkini er ein reinsibrunnur fyri hvørjar umleið 30 metrar. Tað hevur víst seg at vera sera sjáldan, at neyðugt er at fara niður í reinsibrunnarnar. Tí eru lokini á reinsibrunnunum senkaði soleiðis, at tey ikki koma undan, tá vegurin slítist.

Ristirnar fram við gongubreytini skulu eisini skiftast út og tær nýggju setast í rætta hædd.
Arbeiðið at senka lokini er næstan liðugt. Tá asfaltið omaná lokunum hevur sett seg og arbeiðið við ristunum er liðugt, verður vegurin asfalteraður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder