2017-11-06 07:39

IRF: Burturkasti í dag, 6 nov. frá Meðinøkinum, Sandoynni og Suðuroynni. Tó vera húsarhaldsposarnir heintaðir.
Tað er tann gamli ketilin, sum verður skiftur út í februar 2018, sum støðugt gevur IRF rakstrar trupulleikar. Hesuferð er talan um fleiri minni lekar, sum menn hava arbeitt uppá at sveisa í vikuskiftinum. Vit vóna at umvælingararbeiðið verður liðugt mánadagin, so vit fáa starta ovnin uppaftur sum skjótast.
IRF arbeiðir við at fáa eina ballingarmaskinu til Brennistøðina at ballað ruskið, so vit á tann hátt fáa tikið ímóti ruski, tá støðin liggur still og tá Brennistøðin ikki megnar at brenna undan. Eftir ætlan fer IRF at taka ruskballingar maskinuna í nýtslu í komandi viku, tá maskinan kemur til landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald