JN

Vegamótið: Nýggj lungu bjargaðu Jónley

...

2016-02-15 20:24 Author image
placeholder

- Eg fekk fimm minuttir til at avgera, um eg vildi hava lunguni, sigur Jónley á Løgmansbø, sum fyri 18 árum síðani fekk nýggj lungu

Fyri 18 árum síðani tók tann í dag 40 ára gamla Jónley á Løgmansbø eitt val, sum líka síðani hevur havt ein altavgerandi leiklut í lívi hennara.


Jónley, sum frá barnsbeini hevur havt lungnasjúkuna cystisk fibrosa, valdi tá at fáa eina umfatandi lungnatransplantatión.


Í dag er Jónley elsti núlivandi føroyingurin við cystiskari fibrosu, og hóast kroppurin hevur tikið væl ímóti nýggju lungunum, livir hon hvønn dag í óvissuni um, hvussu nógva tíð hon hevur eftir.


Í Vegamótinum fortelur Jónley á Løgmansbø millum annað um barna- og ungdómsárini, tá hon var ógvuliga sjúk, um lungnatransplantatiónina, og hvussu hon hevur lært seg at liva við sjúkuni.

Hoyr alla sendingina HER.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder