JN

Veðrið ávirkar ikki flogferðsluna tað stóra

...

2015-01-12 21:08 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sjálvt um tað er nógvur vindur um oyggjarnar í løtuni, so hevur tað ikki ávirka flogferðsluna tað stóra. Vindurin liggur beint eftir vøllinum sigur Allan Skaalum frá Atlantsflog við útvarpið hjá Kringvarpinum. Um vindurin ikki hevði verið beint eftir vøllinum, hevði staði ørvísi til sigur Allan. Tað eru tó nakrar seinkingar, men einki flogfar er avlýst í dag.

Tað eru ikki øll ferðafólkini, sum fáa møtt til til flogførini í dag, tí skulu tey venda sær til Atlantsflog sigur Allan, um tey gera tað, so finnur Atlantsflog útav at flyta fólkini til okkurt flogfar í morgin.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder