2015-09-14 22:59
Miðvingar hava í dag verið á Miðvágsurð eftir veðrum, dagurin eydnaðist væl, veðrið var av tí fagrasta og teir fingu allar 13 seyðirnar aftur, ið sleptir vórðu.
Teir sleptu á urðina 2. mai. Veðrið í vár var vánaligt, so spennandi var, hvussu veðrarnir fóru at síggja út, nú teir vórðu tiknir - summir vóru stórir, eisini var onkur, sum ikki sá so stórir úr, men soleiðis eigur tað at vera.
Teir fletta ikki enn, tí vórðu veðrarnir sleptir á eina trøð á Prestlandinum, væntandi ganga eini 10 dagar til flett verður.
Vit tóku hesar myndirnar, tá ið teir komu aftur á Miðvág.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald