Ítróttur

VB vann við 23 málum á Søljuni - myndir

...

2014-11-15 22:04 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tá Søljan tók móti VB í dag í høllini á Giljanesi, var tað toppur móti botni. Eftir dystin í dag er VB nummar tvey við bert einum stigi minni enn Neistin, sum er nummar eitt og hevur leikt ein dyst meir enn VB. Søljan hevur enn síni fyrstu stig til góðar.

Søljan hevur ikki havt tað nakað lætt í Hvonn deildini higartil í ár, tær gera ótrúliga nógvar tekniskar feilir, men hevði tað ikki verið fyri góða málmanninum hjá teimum, so hevði tað staði uppaftur verri til, tí Kristina tekur hvønn dyst fleiri 100 prosent málmøguleikar frá mótstøðuliðnum. Og sodan var tað eisini í dag, liðið ger nógvar feilir, og eru ikki nóg skjótar aftur, tá ið tær hava mist bóltin í álopinum. 

VB, sum spældi ein dyst har tær lovaðu teimum heldur yngru spælarnum at spæla nógv, so tær kunnu mennast uppaftur meira, VB gjørdi nakrar feilir í fyrrahálvleiki, men eftir stegðin hevði Claus helst sagt nøkur orð við tær, tí tær runnu snøgt sagt Søljuna niður og fingu sjey mál fyrstu 10. min av seinna hálvleiki, meðan Søljan bert fekk eitt.

Søljan: Kristina Griksaite, Uná á Steig, Arnleyg Haraldsen 3, Hertha Simonsen 1, Petra Thomassen 2, Oddvør Lauritsen 1, Nadja Johannesen, Rannvá Briansdóttir, Olivia Kruse, Jóhanna Kjartansdóttir, Rebekka Johannesen 2, Jórunn Gudmundsen og Kára Ellingsgaard.

VB: Sanja Jevtic, Rannvá Johannessen 2, Una Nolsøe, Bjarta Hergerisdóttir 2, Barbara K. Hjelm 3, Rúna M. Jacobsen 5, Birita H. Olsen 3, Gurið K. Mortensen 1, Helga E. Kjærbo 6, Una Egilsdóttir 2, Ingrida Kuodyte 3, Beinta Gudmundssen og Gintare Butkeviaute 5.

Støður í dystinum:

5. min. 1-1

10. min. 2-5

15. min. 3-6

20. min. 4-9

25. min. 4-12

30. min. 5-13

35. min. 5-16

40. min. 6-19

45. min. 7-20

50. min. 8-25

55. min. 9-28

60. min. 9-32

Áskoðarar: 60

Dómarar: Gert Hansen og Arnar Dam.

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Neistin82421677512
2VB71911345711
3Kyndil82111654611
4VÍF82251854010
5StÍF7165150156
6Stjørnan7122208-862
7Søljan772219-1470

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder