Dysturin í Høllini í Vági millum kvinnuliðini hjá VB og VÍF gjørdist ein sannur gýsari.
Tað var VB, sum førdi meginpartin av fyrra hálvleiki, men VÍF kom uppá javnleik 11-11 í 24. minutti - hálvleiksstøðan gjørdist 13-13.
Í seinna hálvleiki skiftust liðini um at liggja omaná, málmunurin var fyri tað mesta eitt mál. Í 60. minutti kemur VÍF uppá javnleik 23-23, sekundir seinni fær VÍF ein leikara útvístan og VB kann fara í álop og fær í seinastu sekundunum mál til endaligu støðuna 24-23 - men VÍF góðtekur ikki seinasta málið hjá VB - á dómaraseðlinum stendur undir viðmerkingum "VÍF niður fellur protest"
Tapið hjá VÍF í kvøld, hevur helst við sær, at tær mugu siga farvæl til FM-finaluna, hinvegin hevur VB ikki so nógv at spæla fyri, tær liggja á 4. plássi - sí støðuna niðast.
VB: Sonja Jevitc, Rannvá Johannesen 2, Una Nolsøe 2, Bjarta Heirgeirsdóttir, Rúna M. Jacobsen, Birita H. Olsen, Gurðið K. Mortensen 4, Helga E. Kjærbo 4, Sirið B. Evaldsdóttir, Ingrida Kuadyte 6, Beinta Sigurdsdóttir, Laila Jespersen og Ginkare Butteviclute 6.
VÍF: Steinbjarta Marnersdóttir, Viviann Petersen, Tóra Seloy 1, Agnas Olsen 5, Annika Poulsen, Liljan Djurhuus 9, Beinta Sveinbjørnsdóttir, Rakul Joensen, Daniella Joensen 1, Adina Ghidoarea 5, Elisa Leo 1 og Eilin Hansen 1.
Støður:
5. min. 2-4
10. min. 5-5
15. min. 9-6
20. min. 11-8
25. min. 11-11
30. min. 13-13
35. min. 14-17
40. min. 18-18
45. min. 20-19
50. min. 21-21
55. min. 22-22
60. min 24-23.
Dómarar: Hannis Wardum og Uni Wardum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald