Í Hvonndeildini hevur ein dystur verið í Vági, tað var VB, sum tók ímóti StÍF. Liðini leiktu eisini dyst á Skála fríggjakvøldið, tað vann StÍF 29-22, men í dag vildu vágskvinnurnar tað annarleiðis.
Dysturin byrjaði javnt og tað leikti javnt á teir fyrstu 25 minuttirnar av fyrra hálvleiki - støðan 7-6 í 20. min. og 9-7 í 25. min. - hálvleiksstøðan gjørdist tó 12-8 til VB
Í seinna hálvleiki drógu VB-kvinnurnar bara frá, serliga í seinastu minuttinum, úrslitið gjørdist 25-14.
VB liggur nú á 3. plássi við 13 stigum, men tær hava leikt ein dyst minni enn Neistin og Kyndil, sum eru frammanfyri á stigatalvuni, só nú er VB av álvara við aftur í toppinum.
VB: Sonja Jevitic, Rannvá Johannesen 4, Una Nolsøe 3, Bjarta Hergeirsdóttir, Barbara K. Hjelm 1, Birita H. Olsen, Gurðið K. Mortensen 2, Helga E. Kjærbo 6, Una Egilsdóttir 1, Ingrida Kvedyte 3, Beinta Gudmundson og Gintare Beitteviceute 5.
StÍF: Katrin Jacobsen, Marita á Fríðriksmørk, Jóhanna Poulsen, Fríðrún Danielsen 2, Rebekka Justinussen 5, Bára B. Danielsen 1, Durita Mikkelsen, Irena Dam 1, Gurðið Poulsen 2, Birna Tummasardóttir, Rebekka Poulsen og Poula Høgnesen 2.
Støður:
5. min. 2-2
10. min 3-2
15. min. 4-5
20. min. 7-6
25. min. 9-7
30. min. 12-8
35. min. 13-9
40. min. 14-10
45. min. 16-11
50. min. 17-11
55. min. 20-12
60. min. 25-14
Dómarar: Tummas J. Thomsen og Karstin Joensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald