JN

Vatnið dálkað í Suðurstreymoy

...

2015-08-14 16:16 Author image
placeholder
Seinastu vatnkanningar hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni staðfesta bakteriur í drekkivatninum í Eysturbýnum í Havn og í Hoyvík, men nú eru eisini funnar bakteriur í Kollafirði, Kirkjubø og Nólsoy. 

Tað er ikki heilt óvanligt við slíkari dálking, men hon er komin tíðliga í ár, møguliga orsakað av nógvum áarføri. Fyribrigdið er kent um alt landið.

Alt verður gjørt fyri at tryggja borgaran og fyribils verður mælt til at kóka vatnið, áðrenn drukkið verður. Hetta til onnur boð verða givin.

Sí annars kortið, sum vísur dálkaða økið í Havn og Hoyvík. Vatnið er dálkað eystanfyri strikuna á myndini, í Hornabø og á Vestaru kei.

Kort dálkað vatn.pdf(6,08 MB) 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder