Ítróttur

Vatnavegurin verður afturlatin fyri ferðslu undir hálvmaraton renningini í Vágum

...

2017-08-30 07:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Landsverk letur Vatnavegin aftur, frá rundkoyringini við FK í Miðvági til omankoyringina til ??ogvøllin, leygardagin 2. september í tíðarskeiðinum kl. 11.30 - 13.00 í sambandi við Føroya vakrasta hálvmaraton.

Metstórur áhugi hevur verið fyri tiltakinum aftur í ár við 700 luttakarum, ið fara at ganga og/ella renna úr Gásadali til Sandavágs. Umframt tey, sum fara at luttaka í fólkaheilsurenningini, har teinurin er frá flogvøllinum til FK í Miðvági.

Partur av luttøkugjaldinum frá gangi hálvmaraton verður latin sum stuðul til Krabbameinsfelagið og sum nakað nýtt verður alt luttøkugjaldið sum kemur inn frá Fólkaheilsurenningini latið Beranum, ið skipar fyri umsorganarbólkum fyri børnum, sum hava mist.

Til ber at tekna seg til fólkaheilsurenning áwww.atgongumerki.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder