2021-06-19 12:00

Vit sóknast eftir røskum vaskifólki til reingerð av handlinum. Talan er um tíðaravmarkað starv í eitt ár.
Arbeiðstíðin er um kvøldið, tá handilin er stongdur. Talan er um umleið 10 tímar um vikuna ella eftir avtalu. Løn eftir nærri avtalu.
Vilt tú vita meira um starvið, ber til at ringja til Jóan Petur Joensen, deildarstjóra, á +298 221130, ella við at støkka inn á gólvið.
Umsóknir skulu sendast til [email protected] skjótast gjørligt, og í seinasta lagi fríggjadagin 2. juli.
Vit ynskja starvið sett skjótast gjørligt ella í seinasta lagi 26. juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald