JN

Várligt ljós í Smiðjuni í Lítluvík

...

2018-02-15 08:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hósdagin 15. februar kl 17.00 letur Finleif Mortensen upp málnigaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Vit gleðast um at vár er í hondum og tað ber móti ljósari tíðum, hetta sæst eisini aftur í málningunum ið Finleif Mortensen sýnir fram hesu ferð.

Framsýningin hevur heitið Várligt ljos, tí tað er júst várið og tað lívgandi ljósið ið sæst aftur í málningunum við tí skiftandi ljósinum. Eisini tær mongu náttúruupplivingarnar frá fjallatúrum alla ársins tíðir geva íblástur, grót, hamrar og skorar verða til litríkar abstraktar málningar, tá teir koma á løriftið.

Smáu bygdaløgini, ikki soleiðis, sum eygað vanliga sær tey, men heldur sum eitt úttrykk við litum og formum er eisini eitt myndaevni i Finleif dámar at úttrykkja á løritinum.

Framsýningin hjá Finleifi Mortensen í Smiðjuni er opin hvønn dag til og við týsdagin 20. februar.

Gerandisdagar er opið kl 14-19, leygardag kl 10-19 og sunnudag kl 14-19.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder