Í tíðindaskrivi í vár varð greitt frá ætlaðu arbeiðunum, ið farið varð undir, og hvat skuldi avgreiðast summarið 2017. Nú summarið er farið afturum bak, og komið er út á heystið, er kanska vert at líta at tí, sum gjørt er í Kirkjubø.
M??RURIN
Lagt varð til brots í mars, tá fyrireikingarnar vóru gjørdar í sambandi við konserveringsarbeiðini, ið fremjast skuldu upp á mætasta fornminni okkara, Múrin.
Talan er um arbeiðið, ið farið varð undir í 2012, og sum hevur hildið á fram hvørt ár tíðarskeiðið mars-september.
Eftir at hava gjørt fakligar og tøkniligar fyrireikingar varð arbeitt fram til endan av august. Sambært ætlanini er nú rokkið um útsynningshornið, og komið er nakað inn á eysturendan av Múrinum. ??ll árini hevur verið arbeitt eftir einum og sama leisti, har fyrst bygningarfornfrøðiligar skrásetingar hava verið gjørdar, áðrenn múrararnir eru komnir fram at múrverkinum at gera konserverandi arbeiðini. Harnæst er so framda múrarbeiðið skrásett, soleiðis at vit hava neyvt yvirlit yvir, hvørji tiltøk og inntriv eru gjørd í múrverkið. Hetta er gjørt sambært altjóða siðvenju, m.a. so eftirtíðin kann taka neyðug atlit, tá og um hetta gerst neyðugt.
Arbeiðið næsta ár fer at umfata allan eysturendan. Hetta fer at fáa avleiðingar fyri veðurverjuna, ið er um kapellið á norðursíðuni. Spurningurin um, hvussu veðurverjan kann verða tryggjað, tá broytingar í konstruktiónini verða gjørdar, er vorðin umrøddur soleiðis, at vit eru til reiðar, tá arbeiðini aftur verða sett í verk til várs aftur.
LÍKH??S
Seinasta ár varð veðurverja sett upp um eystara partin av norðurmúrinum á Líkhúsi. Eins og gjørt var við Múrin longu í 2004 er endamálið at verja múrverkið móti niðurbrótandi kreftunum - veðri og vindi. Samstundis sum veðurverjan verjir múrverkið, er hon so opin, at múrverkið verður turkað upp av tí gjóstri, ið er undir verjuni ??? eitt tiltak, sum við mátingum vísti, at hetta eydnaðist við Múrinum. Verjan er ætlað at standa uppi í eini tvey ár.
Í ár varð so farið undir sjálvt konserveringsarbeiðið av vestara partinum. Avgjørt varð longu fyrraárið, at arbeiðshátturin her skuldi vera hin sami, sum nýttur hevur verið upp á Múrin ??? tvs. at múrverkið skal reinsast og konserverast. Arbeiðið upp á Líkhús varð gjørt í mai mánaða og heldur áfram komandi summar.
M??RURIN OG JARÐFR??ÐIN
Í 1952 vóru tær umfatandi felags føroysk-donsk-norsku fornfrøðiligu rannsóknirnar settar í verk. Longu tá varð jarðfrøðingurin Jóannes Rasmussen, táverandi stjóri á Náttúrugripasavninum, við í Kirkjubø, har hann kannaði gróttilfarið, ið nýtt var til byggingina av Múrinum.
Kanningar, har mett verður um, hvussu ymisk sløg av gróttilfari hava verið gagnnýtt hava víst seg at vera sera viðkomandi í sambandi við kirkjurannsóknir eitt nú í Noregi. Tí varð ynskiligt at fáa í lag samstarv við jarðfrøðing við førleika at viðgerða slíkar spurningar.
Hetta var ætlanin, tá skipað varð fyri sonevnda Grundifundinum, ið varð hildin í Roykstovuni í Kirkjubø í september 2011. Tá lá ikki fyri at fáa slíka avtalu í lag, men í ár varð borið so í bandi, at Per Storemyr, ið arbeiðir lutvíst á Kvernsteinsenteret í Hyllestad í Vesturnoregi og lutvíst sjálvstøðugt, vitjaði í Kirkjubø í juli, har hann fekk høvi til at kanna múrverkið neyvari. Heitt var á Una Árting, jarðfrøðing á Jarðfeingi, um at vera við í nevndu kanningum saman við Storemyr.
Endamálið við kanningunum er eitt nú at staðfesta, hvørji sløg av basalti eru vorðin nýtt til byggingina av Múrinum. Tað er skilligt, at alt eftir hvar í bygninginum grótið er vorðið nýtt, er tilfarið serliga útvalt til endamálið. Til dømis sæst, at bleytari basalt er nýtt til at høgga serligar prýðispartar í múrverkinum eins og kring op ??? til vindeygu og dyr. Til slík endamál er tað bleyta basaltið betur egnað enn t.d. tað, ið er nýtt sum laðingargrót í múrverkinum. Hinvegin hevur hetta so haft við sær, at tíðarinnar tonn sæst nógv skilligari á hesum pørtum enn á múrunum.
Annar spurningur er so, hvar ymisku basaltsløgini finnast í lendinum ??? er hetta í Kirkjubø, tætt við ella skuldu menn leita longur burtur eftir ávísum sløgum, ið so skuldu flytast til Kirkjubøar ??? um hvørjar leiðir, og hvussu kann hetta í so fall hava verið gjørt? Spurningarnir eru nógvir, og hava hesir mentanarsøguligu spurningar sum so ikki verið tiknir við í arbeiðið áður.
MIÐLAN AV FORNMINNUNUM
Annar og tíðandi liður í varðveitingararbeiðunum er at kunna almenningin umtey arbeiðini, ið fara fram. Eisini er umráðandi at kunna um tey fornminni, ið finnast á staðnum, og sum tey vitjandi eru komin at síggja og kunna seg um.
Hóast ymist hevur verið gjørt frá Fornminnissavnsins síðu, er nú farið undir at økja um kunningina.
Við støði í Viðskiftahúsinum, Tórshavnar kommuna bygdi fyri nøkrum árum síðani í Kirkjubø í sambandi við bussleiðina, hava Tjóðsavn Føroya og Tórshavnar kommuna tikið stig til samstarv um kunningartiltak, ið byrjar inni í húsinum. Har fer at bera til at fáa yvirlit yvir fornminnini í bygdini, eins og fólk kunnu fáa ein faldara at taka við sær. Seinni kemur eisini eitt hefti, har fornminnini verða neyvari lýst ??? ein dagføring av tí grøna heftinum, ið kom út í 1989.
Múrarafyritøkan ???Krossteig Spf??? í Tórshavn ger konserveringsarbeiðini. Jónhild Johannesen, arkitektur, ger bygningaskrásetingingina, eins og hon sniðgevur kunningartiltakið í samstarvi við fyritøkuna Sendistovuna. Símun V. Arge, ráðgevi og granskari á Tjóðsavni Føroya, er verkætlanarleiðari fyri nevndu arbeiði í Kirkjubø.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald