Politikkur

Varðveitið vælferðarsamfelagið

...

2014-12-05 16:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyska vælferðarsamfelagið tryggjar í dag, at øll fólk í Føroyum hava møguleikan at fáa útbúgving, at fara til lækna ella sjúkrahús, tá tey gerast sjúk og at fáa góða hjálp, um tey gerast óarbeiðsfør. Tá tað almenna veitir vælferðartænastur, eru øll tryggjað somu hjálp og somu møguleikar ??? eisini tey, ið liva fyri 20 kr. um dagin. Í føroyska vælferðarsamfelagnum verður eingin munur gjørdur á fólki og teirra fíggjarstøðu, og eg haldi, at vit skulu raðfesta vælferðarsamfelagið enn meir.


Tá tað almenna veitir okkum tænastur heldur enn tað privata, eru øll tryggjað eina góða tænastu og góða hjálp á sama støði. Fyrimunurin er eisini, at tilboðið verður veitt út kring landið, og tú skalt ikki gjalda meira, um tú hevur brúk fyri meira læknahjálp enn tín granni.

Í føroyska vælferðarsamfelagnum er tað heldur eingin, ið fær betri tænastur enn onnur ??? júst tí, at tað er tað almenna, ið veitir tænasturnar. Í einum samfelag har tað eru privatar fyritøkur, ið reka t.d. sjúkrahús, læknahjálp og útbúgving, er munurin á borgarunum nógv størri enn hann er í Føroyum. Í tí samfelagnum hevði pengapungurin avgjørt, hvussu góða tænastu tú fekk. Tað ynskja vit sjálvandi ikki, tí eitt land, ið ynskir, at øll fólk trívast, fer ikki at gera mun á fólki orsakað av teirra fíggjarstøðu.


Fyrradagin var pallborðsfundur í Handilsskúlanum í Havn, har ungmannafeløgini viðgjørdu og kjakaðust um trý evni. Yvirtøka av útlendingamálum, um rúsdrekkalógin skuldi broytast og um almennar tænastur skulu útveitast til tað privata at reka. Flestu ungmannafeløgini høvdu ta niðurstøðu, at um tað loysti seg at útveita, so skuldi tað gerast.


Fleiri ferðir søgdu hini ungmannafeløgini á pallborðsfundinum, at tað loysti seg betri at bjóða okkara almennu tænastur út til privatar fyritøkur at reka. Tey søgdu, at tað skapti kapping, og kvaliteturin bleiv betri og útreiðslurnar gjørdist minni. Altso komu tey við tí uppáhaldinum, at um tað bleiv kapping millum privatar fyritøkur, fingu vit betri tænastur í Føroyum. Men eru tað øll vit, ið fara at nýta gott av, at summar almennar tænastur fara til tað privata at reka ??? eisini tey, ið liva fyri 20 kr. um dagin? Hjá tí almenna snýr tað seg um at fáa góðar tænastur, og heilt einfalt snýr tað seg ikki um at fáa vinning burturúr.


Eg ynski ikki, at vit bara skulu varðveita okkara vælferðarsamfelag sum tað er, men vit skulu betra um tað. Vit skulu geva øllum eins góð kor at virka í Føroyum. Vit skulu betra um støðu teirra lesandi, ið ikki búgva heima, vit skulu betra um møguleikar hjá einligum foreldrum, og ikki minst skulu vit betra um møguleikan hjá teimum, ið liva av pensjón. Vit skulu betra um møguleikan hjá teimum við serligum avbjóðingum, harav eisini teimum mongu, ið liva við sálarligum trupulleikum. ??ll skulu hava frælsi at trívast í Føroyum.

Ein klókur maður segði einaferð, at vit mugu ansa eftir, at hansara fortíð ikki verður okkara framtíð. Latið okkum heldur savna okkum um framtíð okkara, betra um føroyska vælferðarsamfelagið og skipa einar samhaldsfastar Føroyar.

Kristina Clementsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder