2015-12-20 15:35
Hetta skrivar Egil Olsen á facebook síðu síni:
Leygarkvøldið kunngjørdi stjórin í Varðanum Pelagic, at komandi ár fer Varðin Pelagic at byggja Surimivirkið á Tvøroyri fyri uml 70 mill kr.
Hetta kemur at hava við sær eitt støðugari virksemið á Varðanum Pelagic, og koma eftir ætlan útvið 70 fólk at arbeiða á nýggja virkinum.
Eftir ætlanunum verður virkið klárt í endanum av 2016.
Við hesum vil Varðin Pelagic byrja at víðarivirkað svartkjaftin, sum teir taka ímóti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald