Varðin skrivar:
Stjórin hjá Varðanum Pelagic, Bogi Jacobsen, kunngjørdi fyri starvsfólkunum í gjár, at ætlanin er at fara í gongd við at byggja eitt nýtt svartkjaftavirki, sum skal vera beint við síðina av Varðin Pelagic-bygninginum, har sum landingarmiðstøðin hevur hildið til.
Hetta er ein liður í langtíðarætlanunum hjá Varðanum: at vera eitt felag, sum framleiðir matvørur og sum virðisøkir tað tilfeingi, vit hava her í Føroyum. Svartkjaftur er eitt fiskaslag, sum er fiskandi ein stóran part av árinum, og er at fáa í stórum nøgdum. ??tlanin er at framleiða fiskin til surimi.
Hetta er ein íløga á millum 60 og 70 milliónur krónur og fer at geva arbeiði til eini 70 fólk. Virkið kemur at standa fyri eina virðisøking á einar 35 milliónur árliga. Svartkjafturin verður skorin til flak og framleiddur til fars, áðrenn hann fer í surimi maskinurnar. Surimi hevur verið framleitt í Føroyum áður, bæði á Bluenorth í Kollafirði, umborð á Olafi í Garðastovu, umborð á Næraberg og Atlantic Navigator.
Tøknin mennist alla tíðina, og metir leiðslan, at tíðin er búgvin at gera hesa íløguna. Hetta er eisini ein fyrimunur fyri skipini og manningarnar, sum fáa nakað meira fyri fisk, sum verður landaður til matna.
Væntandi verður virkið liðugt móti endanum av komandi ári.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald