2016-08-10 16:01
Beint undan jólum í 2015 boðaði Varðin Pelagic frá, at avgerð varð tikin um at byggja surimivirki á Tvøroyri.
Av tí at hetta er ein nýggj framleiðsla fyri starvsfólkini, vóru nøkur teirra á surimiskúla í Danmark í farnu viku.
Á myndini síggjast hesi, saman við serfrøðinginum Dr. Jae Park, frá Surimi School Worldwide, sum stóð fyri skúlanum.
Surimi verður framleitt úr svartkjafti.
Eftir ætlan verður virkið royndarkoyrt seinast í árinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald