2018-01-23 22:32

Tórshavnar kommuna keypti fjósið í sambandi við útstykkingina á Hamrabø í Kollafirði. Fjósið í Homrum er ein betongbygningur í fleiri hæddum, sum er í ringum standi. Vandi er fyri, at fjósið kann fara í luftina, um ein stormur kemur, og kann hetta verða sera vandamikið.
Í storminum undan jólum vóru nøkur vindeygu og úthurðar blást úr fjósinum. Tískil mælti umsitingin til, at kommunan tekur fjósið niður beinanvegin. Sløkkiliðsstøðin hevur fyribils tryggjað bygningin, um ein stormur skuldi komið.Eitt grundstykkið verður ætlandi matrikkulerað á økinum, har fjósið stendur.
Umsitingin hevur mælt til at játta pening til at taka fjósið niður beinanvegin, hesum tók fíggjarnevndin undir við og málið kemur fyri á býráðsfundi hóskvøldið, skrivar Tórshavnar kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald