Seinastu fýra árini havi eg sitið á Føroya løgtingi sum fólksins umboð. Hetta hevur verið eitt spennandi og strævið tíðarskeið, har Føroyar hava reist seg aftur eftir eina fíggjarkreppu. Eg haldi, at vit hava gjørt eitt væla arbeiði, hóast nógv óivað kundi verið gjørt øðrvísi. Tí bjóði eg meg eisini framaftur at stýra landinum komandi valskeið á okkara fólkavalda tingi.
Undir valstríðnum hava flokkar og valevni lagt sínar hugsjónir og ætlanir fram fyri Føroya fólki, sum nú skal taka støðu. Valstríðið hevur verið drúgt og til tíðir hart. Tó fara øll valevni at stjórna landinum eftir bestu sannføring.
Um eg verði valdur, fari eg at arbeiða fyri, at tey lág- og miðalløntu skulu fáa ein skattalætta, soleiðis at tey ongantíð rinda meira enn 30% í skatti. Eisini fari eg at arbeiða fyri, at okkara vinnulív hevur bestu karmar at virka undir, soleiðis at vinnan framvegis kann vera drívmegin í tí búskaparvøkstri, sum vit hava upplivað seinastu árini.
Eg fari at ynskja Føroya fólki og øllum valevnum eitt gott val týsdagin.
Rodmundur Nielsen, valevni Fólkafloksins???
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald