Politikkur

Val í Vágum: Valskráðin hjá nýggja lista

...

2016-10-06 21:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

VINNULÍV:
Stimbrast skal undir vinnulívið, so vit lívga um tað verandi og kveikja undir at fáa nýtt vinnulív í kommununa. Vit vilja virka fyri at fáa ein vinnupolitikk, har vinnan verður hoyrd, eins og skipa eina vinnunevnd, sum skal arbeiða við at hava vinnuøki tøk, stimbra íverksetan og fáa lív í aftur havnarlagið.

FERÐAVINNAN:
Ferðavinnan má samskipast betri, so at hon kastar meira av sær.
Traðarvegir og parkeringsøkir skulu betrast, og skeltast skal betur við søgulig økir.
Gøtur skulu betrast fram við áum og vøtnum.
Almenn WC skulu gerast, har tørvur er.
Arbeiðast skal við at fáa skipaði viðurskifti fyri húsvognar.

B??STAÐARVIÐURSKIFTI:
Vit vilja gera eina langtíðarætlan sum tryggjar at vit altíð hava tøk grundstykkir í øllum bygdunum. Harumframt ynskja vit at virka fyri fjøltáttaðum bústaðarmøguleikum, tað verið seg eldrabústaðir og leigubústaðir.

UMHV??RVIÐ:
Allar bygdirnar skulu vetrarfriðast. Vit ynskja at byrja stigvíst í komandi setu.
Skipast skal fyri at øll øki í kommununi hava nokk av vatnið, eisini tá turkur er.
Ruddingardagarnir skulu skipast enn betri.
Vit vilja skipa fríøkir, har øll kunnu kenna seg væl, og har ung og gomul trívast saman í tryggum kørmum. Fríøkini skulu hava rúm fyri tiltøkum.
Ein umhvørvis- og orkupolitikkur skal orðast fyri kommununa.

B??RN OG UNG:
Arbeiðast skal við at orða ein barna- og ungdóms politikk fyri kommununa.
Eitt frítíðartilboði til børn frá 3.- 6. flokk skal útvegast.
Vit ynskja at skapa góðar rammur fyri okkara ungdóm, soleiðis at tey hava møguleika at vera virkin, bæði viðvíkjandi ítrótti, arbeiði og øðrum frítíðarvirksemi.
Vit vilja savna frítíðartilboðini til ung, fyri at fáa betri tilboð, serliga til tey, sum ikki íðka ítrótt.
Vit miðja ímóti at lætta fíggjarliga um hjá barnafamiljum.

SK??LIN:
Vit hava fingið nýggjan skúla, og nú skal útiøkið við skúlan á Giljanesi raðfestast hægri.
Ein langtíðarætlan skal gerast fyri alt skúlaøkið.

FERÐSLUVIÐURSKIFTI:
Vegir skulu gerast lidnir í allari kommununi, og har tørvur og pláss er, eiga at verða gjørdar gongubreytir, so tryggari verður hjá teimum, sum eru til gongu ella á súkklu. Vegforðingar í kommununi skulu gerast skynsamt. Vit vilja arbeiða við eini ætlan, í samstarv við Landsverk, so vegurin í millum bygdirnar verður tryggari.
Busskipanin eigur at víðkast til meira enn bara lógarkravda skúlakoyring.

ÍTR??TTUR OG MENTAN:
Vit vilja stimbra sjálvbodnum, sum virka innan ítrótt og mentan, og útvega góðar karmar til mentanarvirksemi.

ELDRA??KIÐ:
Tey eldru eru gull verd fyri okkara felagsskap. Tey hava lívsroyndir og eru holl í ráðum, tá ið avgerðir skulu takast. Vit vilja taka tey inn í felagsskapin í kommununi. Tey skulu verða hoyrd og hava ávirkan.
Vit vilja tryggja umstøðurnar soleiðis at eldru borgararnir í kommununi trívast. Arbeiðst skal miðvíst við at útvega eldraíbúðir, soleiðis at møguleikar eru fyri at búgva heima sum longst.

SAMSTARV:
Samstundis sum samstarvið ímillum allar tríggjar bygdirnar í kommununi skal styrkjast, skal samstarvið við Sørvágs kommunu eisini mennast soleiðis, at Vágar verður ein sterkari eind. Vit vilja arbeiða fyri at okkara rødd hoyrist betri í Kommunufelagnum.

TEKNISKA ??KIÐ:
Ein viðlíkahaldsskipan skal setast í verk fyri allar ognirnar í kommununi. Bygningar, akfør, havnarløg, vatn- og kloakkskipanir, soleiðis at hetta virkar til fulnar og verður samstundis stór sparing við tíðini.

FÍGGJARVIÐURSKIFTIR:
Vit vilja gera langtíðar fíggjarætlan fyri at náa málunum í okkara valskrá. Fíggjarætlanin skal vera kumpassin at stýra eftir, soleiðis at vit bæði fáa betri fíggjarstøðu og samstundis betri tænastu til borgararnar. Vit vilja skapa fleiri inntøkur til kommununa, og stríðast fyri kommunalari útjavning.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder