Trivnaður skapar vøkstur og vælferð
Trivnaðarlistin bjóðar seg fram at stýra Vága kommunu. Okkara høvuðsmál er at stimbra vøkstur og vælferð í kommununi við at tryggja trivnaðin hjá borgarunum í kommununi.
Her eru allar okkara ætlanir fyri komandi valskeið:
Mentanar??? og trivnaðarøkið
Hetta er tað, sum vit vilja arbeiða við:
· Skapa eitt trygt og gott ungdómsumhvørvi til okkara børn.
· Ungdómshús skal verða í Miðvági og Sandavági.
· Børn frá 3. - 6. flokk skulu eisini hava eitt tilhaldstað.
· Skúlabussurin skal verða fyri øll børn í Vága kommunu.
· Vísa vælvild við at menna eldraøkið, soleiðis at fyritreytirnar hjá okkara eldru borgarum verða so góðar sum gjørligt.
· Betra um heimatænastuna hjá teimum eldru.
· Ein skipan skal gerast soleiðis, at tilflytarar við útlendskum uppruna fáa møguleika at læra okkara mál og mentan.
· Arbeiðast skal miðvíst við at gjøgnumføra vetrarfriðing í Vága kommunu.
· Lítli Fløttur skal gerast til miðstaðarøki í Miðvági.
· Spæliøkir skulu gerast í Sandavági.
· Trivnaðarøkið skal gerast liðugt í Vatnsoyrum.
· Spæliplássið í Miðvági skal betrast
· Trivnaðarligt kampingøki skal finnast og gerast til veruleika í Vága kommunu.
· Arbeiðast skal við, at Vága kommuna verður millum reinastu og vakrastu kommunur í Føroyum.
· Ferðavinnan skal skipast betur í Vága kommunu. Vit vilja hava ein skipaðan ferðavinnupolitik, har vit eisini hugsa um okkara vøkru náttúru.
· Arbeiðast skal víðari við at betra um bygdagøturnar og skelting.
· Innsiglingin til bátahylin í Miðvági skal broytast, so hann verður tryggari og betri.
· Ein heildarætlan, har hugsað verður um trivna, skal gerast fyri økið við bátahylin.
· Stuðla ítrótti og mentan í okkara kommunu.
· Raðfesta, virða og stuðla sjálvbodnum arbeiði innan ítrótt og mentan.
Tekniska økið
Hetta er tað, sum vit vilja arbeiða við:
· Tekniska deild skal samansjóðast betur. Vit ynskja, at tekniski leiðarin og arbeiðsfólkið húsast undir sama taki. Á henda hátt kunnu vit gagnnýta dygdirnar hjá teimum betur.
· Fólk, sum søkja um ymiskt, skulu fáa eina tíðarætlan, nær teirra mál verður viðgjørt.
· Kommunuskrivistovan í Miðvági skal latast upp fyri viðskiftafólki. Avtalan, sum bleiv gjørd millum Miðvágs- og Sandavágs kommunu, skal virðast.
· Grundstykkir skulu altíð verða tøk í kommununi.
· Vit ynskja at taka samráðingar upp við Bústaðir um at byggja íbúðir til ung og eldri.
· Vegir í kommununi skulu betrast og gerast lidnir. Her verður serliga hugsað um Tvørgarðsveg, Nýggjaveg, Miðbrekku og Kálvalíðveg í Miðvági. Í Sandavági verður hugsað um Traðarveg og Nesaveg.
· Málið er, at allir vegir í kommununi skulu verða tryggar farleiðir.
· Viðgerð av ferðsluforðingum skal ganga skjótari.
· Parkeringsviðurskifti í kommununi skulu betrast.
· Arbeiðast skal víðari við at fáa allar kloakkir út á streymasjógv, soleiðis at kommunan verður rein.
· Afturvendandi trupulleikin við vatntroti í Sandavági og vatntrýsti í ávísum býlingum skal loysast.
· Gera eina heildarætlan fyri grótbrotið í Sandavági, so tað verður til gleði og gagn fyri borgaran.
· 2. byggistig av Skúlanum á Giljanesi skal fyrireikast.
· Spæliøkið við Skúlan á Giljanesi skal mennast í einum samstarvi millum lærarar, næmingar og kommunu.
Vinnan
Hetta er tað, sum vit vilja arbeiða við:
· Vága kommuna skal vera ein framskygd og skapandi kommuna. Tí vilja vit stuðla íverksetarum og veita ráðgeving til íverksetarar.
· Vinnan er ein av grundarsteinunum undir allari vælferð. Vit vilja tí geva vinnuni góðar og tryggar karmar at virka undir.
Fíggjarviðurskifti
Hetta er tað vit vilja arbeiða við:
· Føra ein skynsaman fíggjarpolitik.
· Fíggjarætlanin skal haldast.
· Umraðfesta soleiðis, at vit fáa meira fyri pengarnar.
· Fáa eina kommunala útjavning.
· Arbeiða støðugt við at fáa skattaprosentið niður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald