Ítróttur

Valskeið 3 verður leygardagin 26. apríl

...

2014-03-28 02:54 Author image
placeholder

HSF fer at skipa fyri einum Valskeið 3 leygardagin 26. apríl.

- higartil hava 22 gjøgnumført venjaraútbúgvingina!

Orsøkin til at henda støða er tikin er, at tað eru fleiri, sum hava boðað frá, at tey ikki fingu verið við til Valskeið 3, sum var í Hoyvík 22. mars,men fegin vilja vera við, um skeið verður fyriskipað seinni ??? og tað verður tað, sum nevnt

Í vetur hava 97 ymisk fólk luttikið í teimum 5 ymisku undirvísingarpørtunum, sum eru avgreidd yvir 11 ymisk dagsskeið. 22 fólk hava verið við til øll tey 5 ymisku skeiðini og hava harvið fullført fyrstu føroysku honbóltsvenjaraútbúgvingina. Og nøkur hava so møguleikan til tað enn ??? um tey eru við til skeiðið 26. apríl.

Valskeið 2
Tað eru eisini nøkur, sum vanta Valskeið 2 og um nóg stórur áhugi er, verður hetta skeiðið hildið leygardagin 3. mai.

(enn er ikki fastlagt hvar, men tað verður í miðøkinum)

TILMELDING
Melda til á [email protected] upplýs, navn og um tú ert áhugað/ur í:

Valskeiði 3 (26/4)
Valskeiði 3 (3/5)

Vegna HSF

Jón Kragesteen 510449

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder