Politikkur

Val-lyftir, vit ynskja at fremja í framtíðini

...

2015-08-31 18:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

-At fiskivinnan verður tryggja betri, tryggari og varðandi karmar.

-At skapa eitt trygt, fjøltáttað og búðskapartrygt samfelag.

-Lægrið skatt til miðal og láginntøkurnar- meir pening til ALT fólkið. Halda fast um flatskattin.

-Tryggja vinnuni betri kor og karmar at virka undir- har øll sum ynskja at reka egna fyritøku skula hava ein møguleika.

-At familja fær bestu livikorini, og verður sett í hásætið, tí hon er grundvøllurin í okkara samfelag.

-At tey veikastu í okkara samfelag, fáa betri møguleikar til hjálp, arbeiðs-inntøku møguleikar, soleiðis at trivnaðurin hjá teimum verður betri. Stuðulin til KRIS hækkar.

-Eitt Heilsuverk, við hágóðsku veitingum og tryggleika fyri allar landsins borgarar.

- Styrkja um heilsuveitingar, og veita meira stuðul til heilsufremjandi átøk og - ítróttin.

-Nýskipan av orkupolitikki, - bíligari grøna orku til føroyska húsarhaldið.

- Skúli og útbúgvingar møguleikarnir gerðast betri, so at okkara ungdómur hevur bestu umstøður, sum vit kunna hugsa okkum. At Fróðskaparsetrið verður ment, saman við einum kommandi granskingardepli.

- Barsilstíðin skal hækkast upp til eitt ár.

- At vit stuðla mentanarvirkseminum, og geva teimum skapandi fólkunum góðar møguleikar at menna sítt yrkið.

-At tey eldru fáa betri inntøku møguleikar, og at skattaloftið verður hækkað, so at tað skal loysa seg at arbeiða. Eisini skula vit hava aðrar hjúnarbandsrevsingar skula vekk hjá teimum eldru, tá tað snýr seg um inntøku.

- Uttanríkis avtalur skula betrast til frama fyri vinnuna. Fríhandil við ES á øllum fiskavørum.

-??tisiglarir og arbeiðsfólk uttanlanda fáa loyst allar trupuleikar viðvíkjandi pensjónum og skatti.

-Heimaflotin skal nú raðfestast. Her muga øll hugsandi ráð roynast til at bøta um livikorini hjá flotanum.

-Fiskimenn, fáa hækka minstaforvinningin munandi.

-Fiskimenn og vinnurekandi eiga eisini at fáa tryggari kor, tá tey gerðast óarbeiðsfør.

-Sjálvstýriskósin skal aftur á breddan. Her í Føroyum skula vit ráða. Vit skula gerðast sjálvbjargin, tí tað megna vit, - framá Føroyar.

Jógvan Kristin Olsen

Valevni Fólkafloksins???

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder