2016-10-17 23:18
Niels Joensen, hevur selt Vallarheimið á Giljanesi til Kristian Johansen í Miðvági.
Tað eru 25 ár síðan Vallarheimið á Giljanesi lat upp, hesi 25 árini hava tey havt meira enn 25.000 gistingar úr fleiri enn 40 ymiskum londum, sigur Niels Joensen - hann kemur framyvir at reka bussfyritøkuna - Á Giljanesi - sum hevur fleiri bussar.
Kristian Johansen hevur í ár havt 3 summarhús standandi á økinum við bátahylin í Miðvági, har hevur hann havt fleiri vitjandi í summar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald