Politikkur

Valfundur í Losjuni í Gøtu

...

2016-11-01 18:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í samband við býráðsvalið í Eysturkommunu verður skipa fyri politiskum valfundi í Losjuni Glotti mikukvøldið kl.20.

Í annaðkvøld - mikukvøldið 2. november kl. 20 - verður politiskur valfundur í Losjuni við Gøtugjógv. Fýra flokkar við tilsamans 35 valevnum eru uppstillaðir til býráðsvalið í Eysturkommunu: Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn.

Valfundurin verður skipaður í fimm umførum, har ymisk málsøki mynda hvørt umfar, og orðstýrari er Maria Z. Nesá.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin

Fyriskipararnir

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder