Í samband við formansval og nevndarval á aðalfundinum hjá Pedagogfelagnum 11. apríl skipar "Ráðið fyri námsfrøðilesandi" fyri almennum valfundi í auluni á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum hósdagin 26. mars kl. 19.00.
Fundurin verður skipaður soleiðis, at tað verða ymisk høvuðsevni, sum valevnini skulu hava eina røðu um. Tíðin til røðuna er í mesta lagi tveir minuttir til hvørt valevni, og eftir allar framløgurnar í hvørjum evni, hava áhoyrarnir møguleika at seta spurningar.
Høvuðsevnini eru: Dagstovnaøkið, serøkið og námsfrøðiútbúgvingin. Valevnini hava frítt at velja innan hesi evni. At enda fáa valevnini høvi at hava eina røðu, har evni er "hví skal eg veljast".
Orðstýrari á valfundinum verður Ingolf S. Olsen/PRESS.
Kelda: Føroya Pedagogfelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald