Sjáldan hevur spenningurin verður so stórur undan einum løgtingsvalið, sum hesaferð
1. september skulu vit veljarar avgera, hvør skal stýra og lóggeva í Føroyum, komandi fýra árini.
Nógvir stórir og álvarsligir spurningar eru at taka støðu til, men ofta ber illa til at vita, hvat hvør einstakur flokkur heldur.
Fyri at fáa greiðu á hesum, verða tríggir valfundir hildnir í SMS í Havn. Fundirnir verða mikukvøldini 19. og 26. August kl 19 og leygardagin 29. August kl 14
Umboð fyri allar flokkar sleppa til orðanna og flestu spurningar verða vendir á hesum fundum.
Fyrsti fundurin verður nú mikukvøldið klokkan 19, har vinnuviðurskiftini í Føroyum verða viðgjørd.
Sámal Ravnsfjall fer eisini at syngja tvær vísur.
Orðstýrari á fundinum verður Árni Gregersen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald