Løgtingsvalið setur sín serstaka dám á komandi skúladagarnar á Miðnámsskúlanum á Kambsdali. Skipað verður fyri valfundum, kanningum og næmingaráðsvali, og løgtingsvalevni eru eisini boðin á gátt í døgurðasteðginum alla vikuna.
Valfundir
Í gjár, mikudagin, var skúlin karmur um ???Val á staðnum??? sendingina hjá Kringvarpinum. Í stúgvandi fullari høll umrøddu valevni demografiskar avbjóðingar og fólk settur valevnum spurningar.
Dagin fyri løgtingsvalið er siðvenja, at floksformenninir verða bodnir á Kambsdal, og so verður eisini til hetta løgtingsvalið. Formansfundurin verður í Ítróttarhøllini mánamorgunin. Tá fara næmingar eisini at kunngera, hvussu løgtingið hevði verið mannað, um tað vóru næmingarnir á Kambsdali sum avgjørdu tað einsamallir.
Kanning
Í dag fara 3 árs næmingar at gera eina kanning um m.a., hvat ungdómurin leggur dent á, tá atkvøðast skal; hvørji málsøki eru týdningarmest og hvat tey ungu heinta politiska vitan. Hendan kanning verður kunngjørd fríggjadagin og verður lutvíst støðið undir fundinum mánadagin.
Valevni vitja skúlan
Flestu næmingarnir á Kambsdali, sum hava valrætt, skulu fyrstu ferð á val til hetta løgtingsvalið. Tí hevur skúlin eisini latið dyrnar upp í døgurðasteðginum, so valevni kunnu koma á skúlan og heilsa uppá næmingarnar. Skúlin metir, at tað er umráðandi at skapa umstøður, so næmingarnir hava høvi at hitta valevnini andlit til andlits og ikki bert gjøgnum miðlarnar.
Næmingaráðsval
Í morgin verður lokalval á Kambsdali. Tá skal fyrsta næmingaráðið fyri samanlagda skúlan nevniliga veljast. Fimm valevni skulu veljast og seytjan hava latið seg stillað upp, so tað verður dystur um sessirnar. Valið verður skipað eins og løgtings- og kommunuval. Valhøli fer fram í samkomuhøll skúlans og tað letur upp klokkan 9 og aftur klokkan 12. ??rslitið verður kunngjørt á valfundinum mánamorgunin.
Myndir frá valfundinum ???Val á staðnum??? í gjár eru her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald