Politikkur

Valevnir í Norðuroyggjum

...

2015-08-10 01:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Norðoya Fólkafloksfelag hevur havt triðja og seinasta uppstillingarfund.

Uppstillaði eru Jákup Mikkelsen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, Eyðstein Poulsen og Hans Jákup Kallsberg.

Jákup Mikkelsen hevur sitið á tingi frá 2002-2015 og hevur eitt tíðarskeið verið landsstýrismaður í Fiskivinnumálum. Í farna valskeiði hevur Jákup Mikkelsen verið formaður fyri tingbólkin hjá Fólkaflokkinum, formaður í Uttanlandsnevndini og limur í Fíggjarnevndini. Umframt hetta hevur hann sitið 12 ár í Klaksvíkar Býráð.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir hevur sitið á tingi frá 2011-2015 og í Klaksvíkar Býráð frá 2008-2015. Í farna valskeiðið hevur Elsebeth verið forkvinna fyri Rættarnevndina og limur í Trivnaðarnevndina.

Eyðstein Poulsen varð uppstillaður á listanum til seinasta løgtingsval og hevur sitið í Klaksvíkar Býráð frá 2012-2015.

Hans Jákup Kallsberg hevur 20 ár á baki í bygdaráðspolitikki á Viðareiði og er í løtuni borgarstjóri. Tað er fyrstu ferð Hans Jákup Kallsberg er uppstillaður til løgtingsval.

Norðoya Fólkafloksfelag???

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder