Politikkur

Valdsmisnýtsla gagnar altíð teimum sterkastu ??? ikki øðrum

...

2021-06-18 21:58 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Framsøgurøða til uppskotið frá landsstýrinum um at skerja verkfalsrættin

Harra formaður!

Nei, nei, nei, nei, nei, nei. Ikki talingur um! Gloym tað! Yvirhøvur ikki! Gakk avstað við tykkum! Skúgvið hetta burtur! Koyr á vestfallið! Gevist! Tak hetta aftur, umgangandi, Harra løgmaður!

Ja, hvørji orð eru hóskandi, tá ið vit skuldu uppliva tað í 2021, at Føroya landsstýri og fýra flokkar á tingi skjóta upp við lóg at skerja verkfalsrættin hjá føroysku arbeiðsfjøldini?

Fyri Tjóðveldisflokkin er svarið greitt. Vit fara ongantíð ??? ikki undir nøkrum umstøðum ??? at taka undir við eini lóg, sum skerjir verkfalsrættin hjá fakfeløgunum. Okkara fyrsti og longstsitandi formaður, Erlendur Patursson, fór fyri seksti árum síðani í geglið fyri eitt verkfall, sum gav fiskimonnum tey rættindi, ið teir síðani bert hava mist burturav síðani. Andrea Árting var oddviti í stríðnum hjá arbeiðskvinnum fyri líkaløn og sømiligari kor. Og í øllum lutum hava tjóðveldisfólk og Tjóðveldisflokkurin stríðst fyri rættindum hjá fakfeløgum og verkafólki.

Og minnist til: ??ll tey rættindi, sum vit í mínum ættarliði og frameftir hava tikið sum sjálvsøgd á arbeiðsmarknaðinum, eru vunnin við tóvnum stríði og verkføllum frá arbeiðsfjøldini, sum hevur skipað seg í felag og í feløg.

Verkfall og verkbann ??? báðir partar brúka stríðsstig

Og nú standa vit aftur í 2021 í einari støðu, har samráðingar millum eitt stórt og týdningarmikið fakfelag og landsstýrið og kommunurnar ikki hava borið á mál. Arbeiðssteðgir hava verið lýstir. Landsstýrið hevur so lýst verkbann fyri bara partar av limunum í einum fakfelag (sum eg ongantíð havi hoyrt um áður er gjørt). Og síðani hevur Pedagogfelagið lýst verkfall. Bæði arbeiðssteðgir ??? og verkbannið frá landsstýrinum, sum enn er galdandi, og eitt verkfall, rakar sjálvandi ómetaliga hart hjá teimum, ið hava tørv á tí arbeiðinum, sum pedagogar gera.

Tað rakar vanlukkuliga fyri mong fólk og teirra familjur og avvarðandi, har arbeiði hjá pedagogum er avgerandi fyri at liva og virka í gerandisdegnum ??? bæði í heimum og á arbeiðsplássum. Trúgvið mær ??? eg kenni nógv teirra og kenni støðuna ??? umvegis arbeiðið hjá konu mínum og familjur, sum eg kenni. Og vit skilja sjálvandi ta støðu og frustrasjón, sum er millum fólk, ið verða rakt.

Hesi støðu hava sjálvsagt báðir partar í eini sáttmálaósemju ábyrgdina av. Og tí ræður um at samráða seg til loysnir, ið loysa støðuna og gera støðuna betri á tí økinum og fyri tey fólk, sum talan er um.

Tað er tað, sum samráðingarrættur og frælsi at skipa seg í felag snýr seg um. Og tað er tað, sum verkfalsrættur snýr seg um.

At brúka vald heldur enn frælsar samráðingar

Men hvat ger landsstýrið. Ja, tey fara beint í tingið ??? eftir ein dag ??? at lóggeva ímóti fakfelagnum, sum tey eru í sáttmálaósemju við. Nei, ikki bara tað. Tey lóggeva ímóti allari fakfelagsrørsluni og teimum rættindum, sum í so mongum brøgdum eru vunnin.

Hetta svarar til ??? um vit, hóast málið er so álvarsligt skulu brúka eina mynd frá hesum fótbóltsdøgum, ??? at eitt fótbóltslið er aftanfyri við fleiri málum. Men tey taka sær rættin at broyta reglurnar mitt undir dystinum. Nú hava tey loyvi at takkla mótstøðufólkini niður og geva sær sjálvum fríspark og brotsspark, tá ið tey vilja. Og tey taka sær loyvi at geva helvtini av mótstøðuliðnum reytt kort, tá ið tey vilja. Ella at skifta vøll og flyta málið og strikurnar, tá ið tey vilja. Ella at avgera, at tey føra 5-0 knappliga.

Fakfeløgini hava við hesum ongi amboð at samráðast. Hin parturin setur treytirnar, reglurnar og avger úrslitið.

Misbrúka tey sum verða rakt ??? og gera tað nógv verri frameftir

Hetta er sjálvsagt ein undirgraving av øllum hugmyndum um ein frælsan arbeiðsmarknað. Ja, tað er eitt norðurlendskt grundvirði, sum tey, sum virða søguna, vita, er grundarlagið fyri tí norðurlendsku vælferðarskipanini. Tað er tann skipanin, ið hevur bygt upp nærum øll rættindi fyri vanlig fólk í einum fólkaræði um okkara leiðir.

Ja, landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum ??? hvørs ábyrgd tað er at tryggja ein skipaðan arbeiðsmarknað við reglum og seming og gerðarrætti ??? skjýtur vegna landsstýrið og við stuðli frá Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum, Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum at skerja sjálvan verkfalsrættin.

Tað eru landsstýrið og samgongan, sum brúka tey fólkini, ið verða rakt so hart av verkbanni og verkfalli, til at buldra eitt lógaruppskot ígjøgnum, ið skerjir rættin hjá fakfelagsfjøldini. Sum skerjir rættin hjá teimum, sum hvønn dag stríðast fyri, at børn og ung, tilkomin og eldri og fólk við serligum tørvi og avbjóðingum kunna hava eitt trygt og innihaldsríkt lív og gerandisdag

Ja, verkfalsrættin hjá teimum somu, sum vit politikarar annars hava oyst undir og nærum roynt at drukna í rósum undir koronufarsóttini ??? sum gerandishetjur. Tí koronastongsulin hevur enn einaferð prógvað, at tað er bert veruligt arbeiði hjá fólki, ið skapa nakað, sum hevur veruligan týdning fyri onnur menniskju ??? tað veri seg tænastur, røkt, menning og verulig virðir og vørur ??? sum er bulurin í øllum búskapi og samfelag og framburði og mentan. Ikki at lóggivin korrupsjón hjá politikarum, sum umboða seráhugamálini hjá teimum sterkastu og mest múgvandi, geva ognirnar hjá tjóðini og fólkinum til nøkur fá. Sum síðani kunnu hópa seg upp, spola uppá seg og ganga í arv ??? uttan at nøkur skapan ella dygd liggur aftanfyri ??? men bert við at innkassera virðið av arbeiðinum hjá fjøldini, tí tey hava sett seg á ognirnar.

So skjótt er at bróta niður

Tað, sum tekur fleiri ættarlið, ófatiligt strev og menniskjalig offur at byggja upp í felagsskapi. Ja, tað kann brótast niður uppá fáar dagar, tímar ella minuttir ??? av persónum og flokkum, sum ongantíð ofra nakað fyri felagsskapin, sum floyta á søguna og tjóðina. Sum arbeiða fyri seg sjálv ella fyri áhugamálini hjá nøkrum fáum.

Tað hevur hendan samgongan gjørt í so mongum lutum.

Fiskiríkidømið er givið til 4-5 fyritøkur, fleiri við útlendskum kapitali ??? við einum pennastroki. Tey kunnu so keypa og selja tað, sum útróðrarmenn og undgangongufólk vunnu tjóðini.Landið útvegaði 60.000 tons av nýggjum tilfeingi ??? fyrio eitt fyrstahondsvirði á minst 4-500 milliónir krónur. Tjums ??? givið til tey, ið frammanundan høvdu fingið tað nýggja tilfeingið við einum pennastroki.

Húsalánsgrunnurin, sum amboð til vanlig fólk at seta búgv ??? er seldur sum amboð til fíggjarspekulantar við einum pennastroki. Lønin hjá fólki í tillagaðum starvi minka við 10-tals prosentum við einum pennastroki. Landið selt til útlendsk hernaðaráhugamál uttan at Løgtingið er eftirspurt.

Spjað og valda og hykla

Og uppskriftin til at fremja hesi mál hjá hesi samgongu er sum vanligt:

Spjað og valda. Spjað, og set fólk upp ímóti hvørjum øðrum. Hykla so nógv, sum tú kanst. Halt uppá, at tú arbeiðir fyri teimum veikastu, tá ið tú í veruleikanum bara styrkir tey sterkastu.

Kasta alla ábyrgd frá tær av tínum egnu gerðum. Gev altíð tínum mótstøðufólki skyldina fyri tey uppskotini, ið tú leggur fram og samtykkir. Tak ongantíð ábyrgd av nøkrum. Leyp heldur á øll, sum váða sær at standa ímóti tínum politiska valdi.

Tað er sama uppskrift, sum nú verður brúkt móti einum fakfelag og allari fakfelagsrørsluni.

Umstøðurnar á øllum námsfrøðiliga økinum, á røktarøkinum og trivnaðarøkinum, krevur øgilig tøk komandi árini. Vit hava øll ábyrgdina av, at gera hetta so nógv betur og øðrvísi, við grundarlagi í, teimum virðum, ið vit hava góð í Føroyum.

Men henda framferðin hjá landsstýrinum og samgonguni, kann bara gera støðuna so nógv verri og ótólandi í mong ár framyvir ??? fyri øll, sum nú verða rakt av verkbanni og verkfalli. Fyri øll, sum starvast á økinum. Og fyri øll, sum eru løntakarar og fakfólk á øllum økjum.

Ikki talingur um!

Vit mugu ikki loyva á nakran hátt, at henda samgongan nú tekur týdningarmesta rættin frá allari fakfelagsrørsluni.

Vit mugu ikki góðtaka uttanumtosið og hyklið frá samgongufólki.

Tey kunnu enda hesa støðu, sum rakar tey óskyldugu, við at taka uppskotið aftur beint nú og fara til samráðingar. Tað hava tey ikki viljað. Ístaðin vilja tey enn einaferð misnýta sítt vald.

Við hesum halda tey fram at filla samfelagið sundur.

Tjóðveldisflokkurin sigur:

Nei, nei, nei, nei, nei, nei. Ikki talingur um! Gloym tað! Yvirhøvur ikki! Gakk avstað við tykkum! Skúgvið hetta burtur! Koyr á vestfallið! Gevist! Tak hetta aftur, umgangandi, Harra løgmaður! Og farið til samráðingarborðið!

Høgni Hoydal

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder