Vinna

Valdemar Lútzen hevur ætlan um at gera Føroyar rottufríar

...

2017-01-22 14:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

VALDEMAR L??TZEN - VISI??N : F??ROYAR (1. partur)

Valdemar Lützen hevur ætlan um at gera Føroyar rottufríar, og vit vóna at tit vilja hjálpa okkum at hjálpa Føroyum! Her eru nøkur fakta um rottuna.

1. Ein rotta kann bera upp til 55 sjúkur við sær, t.d.:

LISTERIA: Hetta er ein av bakteriunum, sum rottan berur runt við sær, og hon elvur til meningitis og blóðforgiftning.

YERSINIOSE: Hetta er ein bakteria, sum elvir til búkilsku, diarré, kvalma, febur o.s.fr. Smittan kemur oftast gjøgnum svínakjøt, ið er dálkað. Í ringastu tilburðum kunnu vaksin fáa eymar musklar og húðútslett, sum kann vara upp til fleiri ár.

2. Rottan í Føroyum er tann Brúna Rottan, eisini kallað ???vatnrottan???. Hon livir væl allastaðni, har menniskju eru. Hon svimur væl, og livir ofta í kloakkum og líkn., men dámar eisini sera væl at búgva undir og í húsum, har hon fær frið. Hon dálkar alt, hon nemur við, og smittar fyrst og fremst gjøgnum vatn, ið hon hevur pissað í.

3. Rottur elva til nógvar tryggingarskaðar, tí tær gnaga í bæði el- og arðar leidningar, ið kann elva til at eldur kemur í, og tær eta seg ígjøgnum bæði insulatión og gera rásir í grundina á húsinum.

Vit í Valdemar Lützen selja tí slóðbrótandi rottufelluna, ið er sera væl móttikin! Vit arbeiða longu saman við 80% av øllum kommununum í Føroyum um at týna fyri rottuni, og vænta at talið vaksur skjótt!

Vit vóna at tú eisini vilt verða við at fría Føroyar frá rottuni!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder