Mentan

Valdemar hevur framsýning á Listavegginum hjá Eik í Miðvági

...

2015-07-02 20:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Valdemar á Løgmansbø er 62 ára gamal og útbúgvin bygningssnikkari. Hann hevur málað og teknað, síðani hann var lítil drongur,men hevur júst tikið listamálingina uppaftur, ið hann gavst við einaferð í 1980´unum.

Hann er í ferð við at endurbyggja eitt gróthús við Leitisvatn, og hetta vakra umhvørvið hevur givið íblástur til 4 av nýggjastu málingum hansara, ið taka støðið í umhvørvinum rundan Gróthústanga.

Við í útstillingini eru hesir nýggju málingarnir umframt aðrir, ið ganga heilt aftur í 1970´ini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder