Politikkur

Val er um nakrar fáar dagar

...

2015-06-15 13:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Kanningar hava víst, at áhugin millum føroyingar at fara á fólkatingsval ikki er so stórur. Tað er skilligt tá ein hugsar, at tað eru nógv, ið hugsjónarliga eru ímóti, at vit eru umboðaði í einum fremmandum parlamenti. Tað argumentið skilji eg. Tað kann tykjast eitt sindur løgi, men støðan er nú einaferð sum hon er. Vit hava rætt til tveir sessir og tískil eiga vit at manna teir. Tað er okkara fólkaræðisligi rættur og okkara ábyrgd at manna teir og tala Føroya søk á Christiansborg.

Orsøkirnar eru nógvar og her eru nakrar:

- Tað vísir seg, at danska fólkið veit lítið um Føroyar. Tey kennast nóg til við Føroyar og vita lítið og einki um føroysk viðurskiftir, Tað eigur eitt Fólkatingsumboð at kunna gera nakað við. At einki vita um eitt land, ið ein er í ríkisfelagsskapi við er, er barasta ikki nóg gott.

- Hóast vit vilja tað ella ikki, so ávirkar nógv, ið gongur fyri seg á Fólkatingi okkum í Føroyum. Ikki bara lógir, ið verða samtyktar, men eisini tað kjakið, ið gongur fyri seg í salinum og uttanfyri, ið kann ávirka Føroyar, má verða fylgt upp at einum føroyskum umboðið, ið tryggjar at Føroyar verða rætt umboðaðar.

-Viðurskiftini millum Føroyar og Danmark skulu endurskoðast av og á og ikki minst stendur uttanríkispolitiska heimildarlógin fyri tørni. Tí eiga vit at tryggja eitt sterkt umboð á Fólkatingið, ið kann verða ein forlongdur armur hjá stjórnini heima í Føroyum.

Eitt sterkt Fólkafloksumboð við verja borg í Danmark. Far á val 18. juni og vel ein sterkan Fólkaflokk á Fólkating.

Sólvit E. Nolsø.

Valevni fyri Fólkaflokkin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder