2015-05-31 17:39
Voxbotn verður um ein lítlan mánað og fyrireikingarnar eru í hæddini nú. Hetta vikuskiftið hava vaktir hjá Voxbotn verið á skeiði í trygd, har teir hava fingið undirvísing í, hvussu teir skulu handfara ymiskar støður, sum koma í, tá nógv fólk koma saman.
Fyrireikararnir av Voxbotn siga, at trygdin altíð verður sett í hásæti og tí høvdu teir fingið Rami Ezzeddine frá SecuriGroup í Danmark til Føroyar at halda eitt tvey daga skeið fyri vaktum, ið skulu arbeiða á Voxbotn í ár. Rami Ezzeddine frá SecuriGroup hevur sera nógvar royndir frá stórum festivalum og størri tiltøkum í Danmark og undirvísir í hesum.
Nógvir av vaktunum í Føroyum eru sjálvbodnir og umboða íttróttarfeløg. Hesir eru flest allir sjálvlærdir, men nú hava teir so fingið eitt skeiðsprógv í tí sum verður kallað Crowd & Safety. Umframt umboð fyri ítróttarfeløgini, sum Voxbotn brúkar til vaktir, vóru eisini umboð fyri vakt.fo við á skeiðinum.
Luttakararnir lærdu nógv og siga, at hetta vera sera gevandi og tiltongt. Teir eru nú munandi betur brynjaðir til stóru fjøldina á Voxbotn, sum verður leygardagin 27. juni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald