2016-02-18 21:00

Søkt verður eftir vaktgangandi starvsfólki til Vørn/ MRCC.
Av tí at tvey av okkara starvsfólkum fara frá fyri aldur, eru tvey størv, sum vaktgangandi á MRCC-Tórshavn (Maritime Rescue Coordination Centre), leys at søkja.
Starvið umfatar hesar uppgávur :
- Skiftandi vaktir og ábyrgd av vaktini
- Tilkallivakt
- Móttaka fráboðanir og taka støðu til- og samskipa hjálparveitingar á føroyskum sjóøki
- Lurtivakt á Tórshavnradio
- Vanligt fyrifallandi arbeiði á vaktini, t.d. Navtex, siglingarávaringar, veðurtænastan og ymiskt í sambandi við tilbúgvingina
Førleikakrøv:
???Nautiska ella aðra viðkomandi útbúgving
???Hava hollan kunnleika til føroyskt, norðurlendskt og enskt mál
???Hollan kunnleika til teldur
???Fullgilt GMDSS prógv
???Góð samstarvsevni
Setanartreytir:
Starvið er tænastumannalíknandi og er lønt í 28. lønarflokki sambært avtalu
millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið. Starvsheitið er eftirlitsfólk.
Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið, og er tænastustaðurin í løtuni á MRCC-Tórshavn.
MRCC bjóðar:
Eitt avbjóðandi starv, sum virkar undir altjóðareglum hjá IMO/ICAO og føroyskum lógarverki.
Ískoytislæru um: Leiting og bjarging, og hvussu farast skal fram.
Persónligir eginleikar:
Kunna arbeiða sjálvstøðugt. Vera fyrikomandi og duga at samstarva við allar partar í tilbúgvingini her á landi og í útlondum.
Meira fæst at vita um starvið:
við at venda sær til MRCC- Tórshavn tlf. 351302
Umsóknir:
Saman við upplýsingum um útbúgving og royndir skulu verða Vørn/FVE, Yviri við Strond 3, postrúm 1238, 110 Tórshavn í hendi innan mánadagin 14.mars 2016, kl. 12:00. T-postur : [email protected]
MRCC T??RSHAVN
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald