Ítróttur

Vaktarskifti hjá Havnar Bóltfelag

...

2013-10-29 20:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hóast Oddbjørn Joensen megnaði at gera HB til Føroya Meistarar 2013, hevur nevndin í felagnum valt ikki at leingja um samstarvið. Ístaðin er trý ára sáttmáli gjørdur við Heðin Askam, ið nú kemur at hava ábyrgdina av besta liði okkara.


Oddbjørn var undan hesum kappingarárinum settur høvðusvenjari við Fróða Benjaminsen sum hjálparvenjara.

Vit eru kedd av at skula staðfesta, at samstarvið ikki heldur fram. Nevndin er komin fram til hesa støðuna, og tað er av virðing fyri báðum, vit velja at koma út við hesi fráboðan nú, sigur Finnbogi Arge formaður í HB.

Samstarvið við Oddbjørn hevur verið fyrimyndarligt og staðfestingin er, at vit í ár hava vunnið okkara 22. Meistaraheiti.

Frá Havnar Bólfelag skal ljóða ein stór og hjartans tøkk til Oddbjørn fyri alt hann hevur givið felagnum higartil, og vónandi fara vit at síggja hann aftur.

Heðin Askham, ið verður nýggi høvðusvenjari felagsins, hevur verið víða um og er helst ein av bestu venjarakapasitetum ið Føroyar hevur fostrað. At hann so bæði hevur traðkað barna-, ungdóms- og vaksnamannaskógvar í HB-húsinum er avgjørt ein góður fyrimunur.

Vit ynskja Heðin Askham hjartaliga til lukku við trý ára sáttmálanum og gleða okkum almikið til at síggja okkara bestu við Heðini sum venjara, tað skrivar HB á heimasíðu síni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder